04.nov 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Sum kunnugt hava Tvøroyrar skúli og Varðin Pelagic gjørt eina samstarvsavtalu um dagstarvsvenjing
Sum kunnugt hava Tvøroyrar skúli og Varðin Pelagic gjørt eina samstarvsavtalu um dagstarvsvenjing. Avtalan inniber, at allir næmingar í 8. og 9. flokkunum fáa møguleikan at koma í dagstarvsvenjing á Varðanum við tí endamálið, at næmingarnir kunnu fáa innlit í ymisk starsvøki og sjálvsagt eisini virksemið hjá Varðanum Pelagic.
Næmingarnir kunnu velja at vitja tvær ymiskar deildir, og talan er um ymisk starsvøki innan eitt nú framleiðslu, góðskumeting, el- og maskinarbeiði, mat- og reingerð, húsavørðar, eykalutagoymslu, sølu, logistikk og bókhald.
Næmingarnir sleppa í dagstarvsvenjing eina ferð nú í heyst/vetur og eina ferð í vár/summar; ein dag hvørja ferð.
Varðin Pelagic er eitt stórt og fjølbroytt arbeiðspláss, og hetta er tískil ein góður møguleiki hjá okra næmingum at kunna seg um ymisk arbeiðsøki og fáa íblástur, ið kann hjálpa teimum, tá tey skulu hugsa um framtíðar yrkis- og útbúgvingarmøguleikar.
Næmingarnir hava fingið eitt skjal heim við, ið skal fyllast út, undirskrivast og latast inn í seinasta lagi ónsdagin 6. november 2019. Hetta er eitt tilboð til næmingarnar og sostatt ikki eitt krav.
apr. 2024