29.nov 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Tann 10. – 14. dec. verður árliga jólaevnisvikan í Tvøroyrar skúla.
Evnið í ár er “jól uttan oyðsl”
Í samband við jólaevnisvikuna hava vit brúk fyri tilfari til verkstøðini. Vit hava brúk fyri:
• Eggjabakkum
• Glaskrukkum
• Blikkum (fruktblikk ella líknandi)
• Knappum (ymiskar støddir)
• Tómum køksrullum
• Tómum pakkum frá morgunmati (cornflakes, havragrýn og aðrar líknandi pakkar)
• Toyrestir (serliga reytt og grønt, men alt hevur annars áhugað)
Um tit eiga okkurt av tí omanfyrinevnda, taka vit fegin ímóti tí.
Gev onkrum næmingi í Tvøroyrar skúla (5. til 10. flokkur) tilfarið við í skúla sum skjótast.
Vit takka fyri alt vit fáa.
Vinarliga
Tvøroyrar
apr. 2024