Tveir nýggjir vegleiðarar í støddfrøði

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 21.09.2017   


Annika Jespersen og Hildur Fjørdal, lærarar í Tvøroyrar skúla, fingu í gjár prógv sum vegleiðarar í støddfrøði.

Seinnapartin í gjár, 20. september, fingu 30 lærarar prógv, tí tey hava lokið útbúgving sum vegleiðarar í støddfrøði.

Tað var Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sum handaði prógvini.

Talan er um eina diplomútbúgving, sum Mentamálaráðið hevur skipað fyri í samstarvi við danska professiónsútbúgvingarstovnin, UCC.

Nýggju vegleiðararnir starvast sum lærarar í skúlum kring alt landið – flestu teirra í fólkaskúlanum og onkur á miðnámi. Tey skulu framyvir í høvuðsheitum verða vegleiðarar hjá øðrum støddfrøðilærarum og hjá sínum skúlaleiðslum. Tey skulu tó eisini vegleiða viðvíkjandi undirvísing hjá næmingum við serligum avbjóðingum innan støddfrøði.

Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, fegnast um leistin, útbúgvingin er skipað eftir, tí vegleiðararnir fara nú út um landið at bera sínum starvsfeløgum og leiðslum nýggjastu vitanina og nýggjastu arbeiðshættirnar. Tað ger, at ringarnir av útbúgvingini spjaða seg ógvuliga víða og koma soleiðis sera nógvum næmingum til góðar, sigur hon.

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet