15.may 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Góðu næmingar og foreldur.
Á tíðindafundi í gjár boðaði løgmaður frá, at skúlin letur upp aftur fyri øllum næmingum. Hetta merkir, at mánamorgunin 18. mai kl. 8.00 skulu allir næmingar í skúla.
1., 2. og 3. flokkur skal møta í Trongisvági, meðan hinir flokkarnir skulu møta úti á Tvøroyri.
Tá næmingarnir koma í skúla, tekur lærari ímóti teimum. Øll vaska hendur tá tey koma inn, og dentur verður lagdur á, at næmingarnir og starvsfólk regluliga vaska hendur.
Skúlabussurin koyrir sum vanligt, men fyri at tað ikki skal gerast ov trongligt í bussinum, heita vit á foreldur um sjálvi at skipa ferðing til og frá skúla.
Umráðandi er, at næmingarnir hava alla útgerð til skúlaarbeiðið við sjálvi, tí ikki er ráðiligt at lána sínamillum.
Hava starvsfólk ella næmingar sjúkueyðkenni, skulu tey ikki møta í skúla. Tað sama er sjálvsagt galdandi, um næmingur ella starvsfólk er sett í sóttarhald eftir galdandi mannagongdum.
Er næmingur í serligum vandabólki, verður mælt til at tosað verður við lækna, áðrenn avgjørt verður, at barnið kemur í skúla.
Leiðslan
apr. 2024