Ung í arbeiði 2018

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 03.05.2018   


 

Frá 25. juni til 20. juli 2018 verður Ung í arbeiði, sum er eitt átak, har Tvøroyrar Kommuna bjóðar teimum ungu arbeiði í summarfrítíðini.

Tilboðið er galdandi fyri skúlaungdómar í Tvøroyrar Kommunu, sum 25. juni 2018 eru eldri enn 15 ár, og hvør umsøkjari fær í mesta lagi arbeiði í tvær vikur.

Arbeitt verður átta tímar um dagin, og lønt verður eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi.

Tilmeldað verður við at fylla oyðublað út í móttøkuni á býráðsskrivstovuni, ella við at senda teldupost til: tvoroyri@tvoroyri.fo.

Tilmeldingarfreist er fríggjadagin 1. juni 2018. 

Upplýsast skal navn, p-tal, kontonr., bústaður, teldupostadr. og telefonnummar , og møguligt tíðarskeið har tú ert tøk/tøkur.

 

Umsóknarblaðið kann heintast her: http://www.tvk.fo/content.asp?sid=4823&id=

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet