Ungdómsleikarar í TB hava tilboð um morgunvenjing

Skrivað hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 18.09.2018   


 

TB er farið undir at bjóða meirvenjing til ungdómsleikarar, sum ynskja nakað meir enn vanligu felagsvenjingarnar seinnapart.

 

 

Tað er høvuðsungdómsvenjarin hjá TB, John Petersen úr Danmark, sum stendur á odda fyri venjingini.

- Vit høvdu fyrstu morgunvenjingina í morgun og halda fram í eini royndartíð fram til heystfrítíðina einaferð um vikuna. Hetta verður gjørt fyri at geva leikarunum møguleika at fáa meirvenjing uttan at teir skulu brúka meir tíð seinnapartin eftir skúlatíðina, tá trýstið á vøllinum, hvat plássi viðvíkur, eisini er stórt. Eftir hesa royndartíðina eftimeta vit og fáa at síggja, um vit møguliga skulu økja talið av venjingum. Venjingin varðar í ein tíma frá kl. 06.45 til 07.45 og er fyri leikarar í 5. flokki og uppeftir (10 ár og uppeftir). Í løtuni eru 27 leikarar tilmeldaðir. Vit hava eina avtalu við skúlan um, at leikararnir koma 15-20 minuttir seinni í skúla, men afturfyri koma hesir næmingar í skúla eftir at hava verið fysiskt virknir, sigur John Petersen við bolt.fo

 

 

Gott fyri næmingarnar

- Tað er prógvað, at at næmingar eru meira fokuseraðir og klárir til undirvísing, tá hesir hava vant áðrenn skúlin byrjar um morgunin. Tí gera vit hesa royndina og fara so eftir heystfrítíðina at eftirmeta saman við foreldrum og skúlanum. Í morgun vóru 22 leikarar til venjingina og tað sá gott út, so vit gleða okkum at halda fram, sigur John Petersen við bolt.fo.

 

Skrivað : Jákup Ósá | 05-09-2018 22:06

 

Aftur

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet