27.okt 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
So hava allir næmingar í Trongisvágs skúla luttikið í einum skriviátaki. Næmingarnir fingu eina nýggja mynd at skriva um hvønn morgun, og tað má sigast, at teir hava verið sera ágrýtnir og dugnaligir. Allar myndasøgurnar eru møguliga ikki heilt lidnar enn, so tað kann hugsast, at onkur søga kemur fram á skúlaborðið aftur, har stundir verða at arbeiða enn meira við innihaldinum í søgunum. Nita Næs, lesivegleiðari skúlans fegnast um góða samstarvið við lærararnar og sigur, at tað er læruríkt at vera við í slíkum tilgongdum. Eisini er tað sera stuttligt og hugaligt at síggja, at næmingarnir bæði tíma og duga. Serliga stuttligt var at hoyra frá eini gentu, at hon so fegin vildi arbeiða víðari við eini søgu, tí hon ikki helt seg vera lidna við endan á søguni.
Her á heimasíðuni kunnu tit síggja myndir frá skriviátakinum.
apr. 2024