16.apr 2021
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Umhvørvisdagar í Trongisvágs skúla
Í dag er framsýning frá kl. 15.00-17.00!
Hesa vikuna hevur Tvøroyrar kommuna valt at sett sjóneykuna á umhvørvið. Ymisk tiltøk hava verið á skránni, og eisini í skúlanum hava okur merkt, at nú er umhvørvisvika. Í deildini í Trongisvági, har 1.-3. fl. húsast, hevur umhvørvið verið á breddanum alla vikuna.
Sangur og ymiskar frásagnir og prát hava verið hvønn dag. Næmingar og lærarar hava eitt nú eisini verið túrar í Ósanum og í Plantasjuni, har tey hava samlað ymiskt, ið tey so seinni hava evnað til listaverk. Tey hava samlað báði órudd og ymiskt, ið natúrliga er í náttúruni.
Í dag, fríggjadag, er opið hús, har øll eru vælkomin at koma inn í skúlan í Trongisvági at síggja alt tað, ið næmingarnir hava tilevnað. Opið er millum 15.00 og 17.00.
mar. 2024