13.mar 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Kunning um várroyndir 2020
Vit hava gjørt av, at næmingarnir í 8., 9. og 10. flokki skulu gera várroyndirnar heima.
Várroyndirnar eru í viku 13 (23. til 26. mars), og vit fylgja tíðarkørmunum, ið síggjast omanfyri.
Hava næmingar tørv á at lána teldu frá skúlanum, kunnu tey ringja til Jón ella Otto.
Vit vilja heita á foreldur ella avvarandi um, ikki at hjálpa næmingunum við royndunum. Um ivamál eru um uppgávuna, kunnu næmingarnir ringja til læraran í lærugreinini.
Um trupulleikar eru við at rita inn, ella tøkniligir trupulleikar og ivamál eru, ber til at seta seg í samband við KT-vørð skúlans, Páll Michelsen 581821
Allar royndirnar verða gjørdar á roynd.skulin.fo og vel WISEflow. Hesa skipan hava næmingarnir brúkt áður.
Royndin í greiðslurokning skal gerast á pappír. Tá ið royndin er liðug taka næmingarnir mynd av uppgávuni, og senda hana til hesar adressur:
8.a skal senda til: anna.elisabeth.thomsen@skulin.fo
8.b skal senda til: hildur.fjoerdal@skulin.fo
9.a skal senda til: mariann.mikkjalsdottir@skulin.fo
9.b skal senda til: jon.johannesen@skulin.fo
10.a skal senda til: jon.johannesen@skulin.fo
Tíðarkarmar fyri skrivligu várroyndirnar 2020
Skrivligar próvtøkur | 8.-9. flokkur | 10. flokkur |
Føroyskt 23. mars 2020 | 08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:45 Framseting | 10:15 – 14:15 Framseting |
Danskt 24. mars 2020 | 08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:45 Framseting | 10:15 – 14:15 Framseting |
Enskt 25. mars 2020 | 08:15 – 09:45 Máluppgáva 09:45 – 10:15 Steðgur 10:15 – 13:15 Framseting | 10:15 – 13:15 Framseting |
Støddfrøði 26. mars 2020 | 08:15 – 09:15 Fimisrokning 09:15 – 09:45 Steðgur 09:45 – 13:45 Greiðslurokning | 09:45 – 13:45 Støddfrøði |
Vh. Leiðslan
apr. 2024