22.may 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Bjørg og Álvgerð, ið eru flokslærarar hjá 4.flokki, hava skipað fyri forvitnisligari evnisviku um víkingar, ið hevur verið serliga merkt av kreativum arbeiði. Næmingarnir í 4.flokki hava fingið eina rúgvu burturúr; tey hava sjálvi leitað sær tilfar um víkingar, bæði við myndum, teksti og sjónbandaløgum. Eisini hava tey evnað sær hjálmar úr pappmaché, svørð og skjøldur úr træi, og klædnabúna, har tey hava málað sær mynstur á. Í dag endaði tema vikan, har 4.flokkarnir framførdu lutaleikir sprotnum úr Føroyingasøguni, og bjóðaðu yngru flokkunum víkingapitsu og saft.
Fleiri myndir eru í myndasavninum.
apr. 2024