06.okt 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
6. fl. til Vísindavøku í Havn 29. Sep. 2017
Seinastu 10 árini hevur Granskingarráðið saman við øllum føroysku granskingarstovnunum skipað fyri "Vísindavøku" í Føroyum. Í hesum sambandi varð aftur á i ár skipað fyri einum serligum degi í Havn, har møguleiki var at síggja og uppliva nógv spennandi og áhugavert innan náttúruvísind.
Møguleiki var m.a. at hyggja í sjóneyku eftir vøkrum steinum og merkja hitamunin á vanliga kelduvatninum og heita vatninum, sum kemur upp í Kollafirði. Nógv forkunnug og áhugaverd fiskasløg vóru at síggja, sum Magnus Heinason júst hevði veitt.
Hetta var ein stór uppliving fyri okkara næmingar, sum eisini vóru raskir at royna nógv ymiskt, m.a. máta blóðsukur, máta trýstið á eyganum og royndu eisini at skriva við fjøðurpenni. Harafturat fingu tey møguleika at fáa sítt egna DNA við heim í einum hálsprýði. Hetta var serliga væl umtókt.
Næmingarnir komu suðuraftur við ríkum upplivingum, púra avgjørd um, at hetta mátti roynast aftur komandi ár. Sí myndir frá degnum her:
apr. 2024