31.okt 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Miðla- og íverksetanarbreytin hevur verið og vitjað Kirvi.
Miðla- og íverksetanarbreytin hevur verið og vitjað Kirvi. Sum flest øll vita, selur Kirvi vatn á fløsku. Tað, serliga við teirra vatni, er, at teirra vatn kemur úr Sumbiartunlinum. Vatnið úr tunlinum, er komið niður ígjøgnum alt fjallið. Hetta hevur við sær, at vatnið er sera ríkt í mineralum, og tí liggur pH virðið heilt uppi á 8,3.
Reinførið er í topp, soleiðis at vatnið er gullreint, heilt til proppurin er á fløskuni. Tá vit sluppu inn, vóru allar hendur vaskaðar og sprittaðar, og vit skuldu øll í hárnet. Tað var sera stuttligt at síggja maskinaríið hjá teimum, sum flest alt er nýtt. Vit lærdu alt frá hvussu tey gera fløskurnar, til hvussu tey gera ymiskar royndir av vatninum.
mar. 2024