08.nov 2019
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Seinnapartin mánadagin skipar Íverksetarahúsið fyri tí, tey nevna Startup Camp.
Íverksetan
Seinnapartin mánadagin skipar Íverksetarahúsið fyri tí, tey nevna Startup Camp. Hetta er ein liður í teirra arbeiði í samband við íverksetan og undirvísing í íverksetan í føroyska fólkaskúlanum.
Í Tvøroyrar skúla hava okur í ár eina breyt í 10. flokki, ið eitur Miðla- og íverksetarabreyt. Ætlanin er, at breytin luttekur í Skúla FM i íverksetan, og tí kemur Íverksetarahúsið nú suður at leggja teimum lag á.
Startup Camp er fyrsti liður í íverksetarakappingini Skúla FM, ið næmingar úr Tvøroyrar skúla áður hava luttikið á við góðum úrsliti. Hóast tað væntandi einans er breytin í 10. flokki, ið luttekur á Skúla FM, hava okur valt, at allir næmingarnir í 9. og 10. flokkunum luttaka, tí talan er um grundleggjandi venjingar, har tey umframt at læra at framleiða og menna nýggj hugskot eisini læra at taka avgerðir, samstarva og at loysa trupulleikar. Umframt okra egnu næmingar, luttaka eisini nakrir næmingar úr Fuglafirði og Skúlanum av Fløtum í Havn.
Startup Camp verður í Tvøroyrar skúla mánadagin kl. 12.00 – 18.00. Næmingarnir møta í góðari tíð (næmingarnir í 9. og 10. flokkunum hava frí fyrrapart
mar. 2024