12.des 2018
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Vitjið okra jólaskúla????
Hesa vikuna er árliga jólaevnisvikan í Tvøroyrar skúla. Í ár er høvuðsevnið “Jól uttan oyðsl”, og næmingarnir hava valt seg inn á tvey høvuðsevni: Kreativ verkstøð, har ymiskt jólaprýði verður gjørt úr endurnýtslutilfari, ella “jól fyrr og nú”, har næmingarnir millum annað hava arbeitt við filmsgerð og blaðskriving.
Tórsdagin 13. desember verða dyrnar latnar upp, so foreldur, systkin og onnur hava møguleika at vitja skúlan og royna seg á okra verkstøðum. Mynda- og filmssýning er á skránni, og summir flokkar hava eisini skipað fyri onkrum undirhaldi í flokssovunum. Sum vanligt hevur 10. flokkur eina café, har møguleiki er at keypa sær eitthvørt aftur við einum drekkamunni. Minst til, at hevur tú egnan kopp við, fært tú kaffi/te fyri hálvan prís.
Okur vóna at síggja nógv fólk tórskvøldið kl. 16.00-19-00. Vælkomin!"
apr. 2024