19.apr 2021
Lagt út hevur: Martin Eidesgaard
Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu
Jens Hákun Leo er hvalbingur og gav í fjør út bókina Alt ger mun - Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu.
Í bókini greiðir rithøvundurin frá nógvum ymiskum, ið hevur við Hvalba og eisini Suðuroynna at gera. Okur lesa um kolaarbeið og eisini um, tá hvalbingar fingu ognarskapin yvir Lítla Dímun ella oynni, ið hon verður nevnd millum hvalbingar. Eisini sjórænarasøgurnar hava fingið sítt pláss í bókini.
Ein sera áhugaverd bók at lesa hjá hvalbingum og øllum, ið hava áhuga fyri søguni hjá Hvalbiar sókn.
apr. 2024