Altjóða Holocaust-minningardagur

Lagt út hevur: Martin Eidesgaard   tann: 27.01.2020   
Lærarahillin, Vaksin, Børn

Á bókasavninum er ein lítil framsýning av tilfari um Auschwitz, Holocaust og annan heimsbardaga.

Altjóða Holocaust-minningardagur

Fyri júst 75 árum síðan í dag kom Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum til týningarleguna Auschwitz, ið er vorðin ein av ímyndunum av ræðuleikunum, ið fóru fram undir øðrum heimsbardaga. Hendan dagin í 1945 vórðu tey, jødar og onnur, ið enn vóru á lívi á leguni, fríað. Flestu vóru sera illa fyri, men seinni hava fleiri funnið dirvið og megina at fortelja um ræðuleikarnar, teimum hava verið fyri. Auschwitz var ein av mongu týningar- og fangalegunum undir øðrum heimsbardaga.

Altjóða Holocaust-minningardagur hevur verið hildin í londum kring okum í fleiri ár, og í fjør samtykti okra løgting at gera 27. januar til almennan minningardag í Føroyum.

Okur mugu hoyra, lesa og læra Holocaust, tí einans við at minnast og vita ber til at forða fyri, at okur aftur fara at uppliva somu ræðuleikar aftur.

Nám, ið veitir tænastur og undirvísingarmiðlar og –tilfar til skúlaverkið, hevur í samband við altjóða Holocaust-dagin gjørt eina serstaka síðu um evnið. Hana finna tykur her:

https://snar.fo/holocaust/

Á síðuni eru eisini hugskot til frásagnir og bókmentir um evnið. Flestu av hesum eru eisini á okra bókasavni, har ein lítil framsýning er gjørd við tilfarið um Holocaust og onnur fólkadráp ella –týningar.

Nám skipar fyri undirvísing fyri skúlum kring landið. Okra 7.-10. flokkar luttaka eisini.

Aftur



 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet