08.okt 2022
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Okra 10. flokkur hevur stríðst í skúlakøkini hesa vikuna, og úrslitið sæst í Pakkhus 4 í dag.
Okra Café húsast vanliga í Tvøroyrar skúla, men í dag er hon flutt oman í Pakkhús 4.
Til ber at keypa sær ein drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið. Eisini hava næmingarnir gjørt heimagjørt rabarbusúltutoy og súltað reyðleyk og agurk.
Øll eru vælkomin í Okra Café í dag frá 12-18 :-)
apr. 2024