27.may 2022
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Í dag millum klokkan fýra og seks er skúlin opin, og øll eru vælkomin at koma og síggja ymiskt handaligt, okra næmingar hava gjørt hetta skúlaárið. Talan er einamest um ymiskt, ið er gjørt í evning, smíð og handarbeiði.
Sjálv framsýningin er í handarbeiðsstovuni (inngongd í nýggja skúlagarði). Gongur tú niðan trappurnar, sært tú fuglalív uttan fyri lærarastovuna. Allir næmingar í 4.-10. flokki hava fingið hvør at sín fugl at sniðgeva og tekna, sum teimum lystir, áðrenn teir vórðu hongdir upp.
5. flokkur hevur havt verkætlan fyrr í ár. Evnið hjá teimum var "Fuglar". Tey gjørdu reiður og skrivaðu eitt sindur um ymisku fuglarnar. Hesa framsýningina hava okur eisini latið standa til tykum at síggja.
Har ber eisini til at síggja yrkingar og dreymaoyggjarnar hjá 6. flokki.
Okur gera mangt og hvat í skúlanum, og hetta er sjálvandi bara ein brotpartur!
Vælkomin í skúlan í dag, 27. mai, kl. 16.00 - 18.00! Ein drekkamunnur verður at fáa. Okkurt er eisini stillað til børn, ið hava hug til at tekna eina løtu.
Okur síggjast - Góða mentanarnátt :-)
apr. 2024