25.mar 2020
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi!
Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur boðað frá, at fyribils verður eingin skúlagongd fyrrenn eftir páskir.
Komandi tvær vikurnar halda vit tí fram við heimaundirvísing, sum verður skipað á heimasíðu skúlans. Summi tykkara hava góða tíð og umstøður annars at hjálpa tykkara børnum við heimaarbeiði, meðan tað hjá øðrum ikki er so. Eisini er ymiskt, hvussu sjálvstøðugt næmingarnir megna at arbeiða. Okkara ætlan er ikki, at heimaarbeiðið skal tyngja gerandisdagin hjá tykkum óneyðugt, men tað hevur týdning at halda næmingunum til og hava eitt ávíst reglusemi í skúlaarbeiðinum, nú skúlin er stongdur.
Um tit hava onkran fyrispurning ella ivamál, kunnu tit venda tykkum til flokslæraran ella læraran í einstøku lærugreinini. Tað ber eisini til at seta seg í samband við leiðsluna umvegis telefon ella teldupost.
Við teimum fráboðanum, sum higartil eru komnar og tíðspunktið, nær skúlarnir lata upp aftur, so verða próvtøkurnar fyri 9. og 10. flokkarnar hildnar sum ætlað í summar. Men broytist nakað hesum viðvíkjandi, fáa tit nærri kunning um tað.
Landsroyndirnar fyri 4. og 6. flokkarnar skulu sambært ætlan verða 28. til 30. apríl. Kemur broyting í, verða heimini kunnað skjótast gjørligt.
apr. 2024