25.apr 2022
Lagt út hevur: Mona Brattalíð
Í morgin, týsdagin, vitjar havrannsóknarskipið Jákup Sverri á Tvøroyri.
Frá kl. 13 - 15 er opið skip fyri børnum og ungum. Til ber at síggja stásiliga skipið og útgerðina umborð og fáa eitt prát við manningina um arbeiði, ið verður gjørt umborð. Á havnarlagnum beint við skipið standa kør við livandi krabbum og fiski, ið fyritøkan Ra-Fish v. Ragnari Groth Mortensen hevur fingið til vega. Verið hjartaliga vælkomin.
Hetta skrivar Tvøroyrar Kommuna.
apr. 2024