17.may 2022
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Í morgin, ónsdagin 18. mai 2022, er síðsti skúladagur hjá 9. og 10. fl., og sum siður er, verður hesin dagurin hildin á fólkaskúlum kring landið og sjálvandi eisini her hjá okum :-)
Allir næmingar í 4. flokki og eldri møta í Tvøroyrar skúla klokkan 8. Møtt verður í flokshølunum. Klokkan hálvgum 9 verður morgunsangur, og so bjóðar 9. flokkur lærarunum morgunmat, meðan 10. flokkur skipar fyri nøkrum spølum í fimleikahøllini. Fríkorter er frá kl. 09.15 til 09.45, tá 10. fer at skipa fyri spølum úti í garðinum.
Fótbóltsdystur millum 10. flokk og lærararnar er sjálvandi eisini á skránni.
Áðrenn okur fara heim verður kanska eitt sindur rokaligt! Okur heita á tykum um at hava skiftiklæði við, tí kanska tað verður eitt sindur váttligt.
Serstøk boð verða givin næmingunum í 1.-3. fl.
apr. 2024