10.jan 2022
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Nú korona veruliga ger um seg í Trongisvágs skúla, fara vit at gera nakrar fáar broytingar.
Tá næmingarnir koma í skúla klokkan 8, skulu teir fara í floksstovuna beinanvegin at bíða, til tímin byrjar.
Tað er sera umráðandi, at næmingarnir hava egið pennahús við í skúla og ikki lána frá hvørjum øðrum. Kannið pennahúsið hvønn dag, um tey hava alt tað neyðuga.
Næmingarnir skulu bert vera saman við sínum floksfeløgum og ikki hinum flokkunum.
2. flokkur brúkar tey vanligu vesini og vanligu inngongdina (vestureftir).
1. og 3. flokkur brúkar inngongdina inn til forhøllina og vesini í forhøllini.
apr. 2024