12.nov 2021
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Fríggjadagin 12 nov. gjøgnumførdi 4. flokkur 3 vikurs lesiskeiðið “Orð um minuttin”. Skeiðið leggur seg eftir at venja næmingin til at gerast ein tryggari og sterkari lesari, og eitt av aðalendamálunum við skeiðinum er at menna góðar lesivanar, soleiðis at næmingurin kann gerast glaðari fyri at lesa bøkur.
Í “Orð um minuttin” verður sami tekstur lisin 3 ferðir í 1 min. Fyrst í skúlanum saman við einum lesivini, síðani heima við einum vaksnum og so aftur í skúlanum. Síðani verður ein nýggjur tekstur lisin og soleiðis heldur tað fram í 3 vikur.
Tað hevur verið sera gevandi bæði hjá lærarum og næmingum at fylgja gongdini í flokkinum. Lesiferðin er hækkað munandi hjá øllum næmingum, og hava teir sett sær nýggj mál hvønn dag. Samstundis hava teir lisið 20 minuttir frílesing heima hvønn dag, tí júst sum tað er týdningarmikið at venja fyri at verða betri í ítrótti, so er eisini neyðugt at venja fyri at verða ein betri lesari.
Vakri bókaormurin í flokkinum ber boð um, at næmingarnir eru raskir at lesa bøkur. Eftir jól byrja hugagóðu næmingarnir upp á eitt nýtt lesiskeið, sum eitur “Góðir lesivanar”. Lesiskeiðini eru ein liður í átakinum “Føroyar lesa”.
apr. 2024