28.feb 2022
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
10. flokkur takkar fyri stuðulin í samband við lutaseðlasøluna til frama fyri námsferð hjá flokkinum seinni í vár. Ætlanin var upprunaliga, at drátturin skuldi haldast 14. februar, men flestu í flokkinum høvdu korona um tað mundið, og tí varð drátturin útsettur til í dag, 28. februar 2022.
Vinnaratølini eru hesi:
17. Ein sodavatnskassi frá Føroya Bjór, nr. 2373
16. Bosch skrúvumaskina frá Balslev, nr. 467
15. Gávukort frá Salong Joan, nr. 2349
14. Gávukort frá Salong Sonja, nr. 1825
13. Gávukort à 800kr frá PavlaPhoto, nr. 1758
12. Gávukort à 500kr frá Jógvan Weihe, nr. 1179
11. Gávukort à 500kr frá Reinfann, nr. 270
10. Gávukort à 500kr frá JSS, nr. 154
9. Gávukort à Bærendsen Teknik, nr. 201
8. Gávukort à 300kr frá Bónus, nr. 2150
7. Gávukort à 500kr frá ESLA/Kálgarði, nr. 1451
6. Gávukort à 500kr frá Bakarínum hjá Hans Olaf, nr. 3
5. Tvey vikuskiftisatgongumerki til Summarfestivalin, nr. 598
4. Tvey vikuskiftisatgongumerki til G! Festivalin, nr. 75
3. Ein yvirnátting í summarhúsinum í Tjaldavík, nr. 1525
2. Vikuskifti í summarhúsinum hjá Marionnu og Bergi í Skálavík, nr. 1298
1. Gávukort à 2.000kr til Hotel Hilton, nr. 279
Hjartaliga til lukku við vinningunum :-) Setið tykum í samband við okum í seinasta lagi 15. mars við at senda ein teldupost til okra flokslærara annika.eidesgaard@skulin.fo ella ring til hennara á tlf. 22 29 20. Um onkur vinningur ikki verður avheintaður, fellur hann aftur til flokkin.
apr. 2024