23.may 2022
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Tvøroyrar skúli verður við á ársins Mentanarnátt á Tvøroyri. Millum klokkan 16.00 og 18.00 eru øll vælkomin at vitja okum og síggja ymiskt, ið næmingarnir hava gjørt av handaligum arbeiði hetta skúlaárið.
Í hesum sambandi vilja okur heita á næmingar (og foreldur) í Tvøroyrar skúla at hava ymiskt, ið tey hava tilevnað hetta skúlaárið, við í skúla hesa vikuna, so tað kann vera ein partur av framsýningini fríggjadagin.
Okur lova at ansa væl eftir øllum lutunum :-)
Á facebook skrivar Mentanarnáttin soleiðis um tiltakið:
"Gjøgnum eitt skúlaár verður sera nógv, handaligt framleitt í Tvøroyrar Skúla. ”Handverk og list” er ein av lærugreinunum hjá næmingunum og ótrúliga nógv kreativt og fjølbroytt kemur av skafti. Á Mentanarnáttini vilja næmingar og lærarar fegnir sýna hetta fram og millum 16:00 og 18:00 er møguligt at síggja framsýning av hesum arbeiði, í Handverkarastovuni.
Hjartaliga vælkomin í Tvøroyrar Skúla."
apr. 2024