13.des 2021
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Løgmaður hevur boðað frá, at vegna koronustøðuna, fara allir næmingar í fólkaskúlunum í jólafrí ónsdagin 15. desember 2021. Tó skipar skúlin fyri neyðansing at næmingum í innsk. (1.-3. fl), har eingin onnur ansing er møgulig.
Tíverri, ger koronastøðan, at vit eru noydd at avlýsa okkara jólahald í Salt og ”opnan skúla”.
Um tit hava tørv á neyðansing millum kl. 8.00-12.00 16.des.-21. des., verða tit biðin um at seta tykkum í samband við skúlan á tlf. 371582 ella tvo@skulin.fo.
Mánad. 13. – ónsd. 15.des. eru næmingarnir í skúla soleiðis:
Mánadagin og týsdagin eru ymsar jólaverkstovur. Týsdagin fara næmingar eisini at vitja borgarar í Tvøroyrar kommunu, ið eru 80 ár og eldri.
Ónsdagin er jólahugni í innskúlingini. Í mið- og hádeild er greytadagur.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Vit fara aftur í skúla 5.jan. 2022.
apr. 2024