22.sep 2022
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Fríggjadagin 23.sep. verður árligi rennidagurin. Møtið í renniklæðum og góðum skóm.
Næmingar í innskúlingini (1. – 3.fl ) møta kl. 8.00 og fáa frí kl.11.30, tá bussurin koyrir.
Næmingar í mið- og hádeildini møta kl. 8.00 og fáa frí kl. 12.00, tá bussurin koyrir.
Í Trongisvági verður runnið vanligu rutuna runt Lambabyrg, meðan á Tvøroyri verður runnið niðan Kirkjubrekkuna og út til standmyndina av Pól F. Joensen úti á Hamri og vestur í skúlan aftur. Hesin teinurin er 5 kilometrar.
Skúlin heitir á bilførarar um at koyra varliga, meðan runnið verður.
apr. 2024