Innrita

Samstarv

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Samstarv


Samstarv og ábyrgd



Formæli


Skúlamenningin hevur sum aðalmál í besta samstarvi við allar partar at gera skúlan til ein enn betri skúla, ein dagførdan skúla í mun til tíðarinnar krøv, samfelagsins væntanir og karmar.


Vit skulu byggja á verandi, vælvirkandi skipanir, menningin skal spretta úr gerandisdegnum, frá teimum góðu og dyggu frálærustøðunum í floksstovuni, har allir partar samstarva og vísa livandi áhuga.


Spurningurin um dygd kann skjótt gerast ein spurningur um at náa á okkurt sett mál. Um einhvør menningarpartur skal setast upp í skrivlig mál, skrivligar virkisætlanir og skrivligar eftirmetingar, sum so aftur geva grundarlag fyri nýggjum skrivligum málum, so drepa vit allan spontanitet og nýta læraraorkuna til at gera pappírsstakkar, í staðin fyri at skapa rúm fyri kreativari læring og trivnaði. Men partvíst er tað neyðugt, men alt við máta. Tað er týdningarmikið at skapa trúnna á, at vit vilja umboða tær felags hugsjónir og tey felags virði og mál, sum vit nú í felag seta okkum.


Vit skulu geva hvør øðrum íblástur i dagligu undirvísingini. Vit skulu venja okkum til at síggja ymsar møguleikar, hava eygu og oyru opin fyri, hvussu onnur, burturi og heima, undirvísa.


Námsfrøðiligi bókamarknaðurin og skeiðstilboðini yðja av hættum, frymlum og skipanum, sum skulu tryggja ta námsfrøðiligu menningina í fólkaskúlanum. Skúlamenningin verður kortini ikki tryggjað við alskyns myndlum einsamøllum, men við opið og frísinnað at grunda menningina á holt samstarv lærara millum og umfataðu áhugabólkarnar í skúlaskipanini, breiðum undirvísingartilboðum, fjølbroyttum undirvísingarhættum og ikki minst skapandi arbeiðslagnum hjá einstaka læraranum.



Fjølbroyttir undirvísingarhættir


Í stóran mun verða siðbundnir undirvísingarhættir brúktir. Hóast ymsir frálæruhættir verða nýttir, so sum tvørgreinalig, evniskunnandi frálæra, verkætlanararbeiði osfr., so verður undirvísingin ofta í ov stóran mun lagað eftir miðalnæminginum, meðan endarnir ytst báðumegin kanska ikki fáa nóg nøktandi avbjóðingar.


Mál


  • Skapa virkishug, forvitni og upplivingar. Til tess at hava allar partar í undirvísingartilgongdini livandi áhugaðar, er týdningarmikið við fjølbroyttum, skiftandi undirvísingarhættum. Sambært fólkaskúlalógini skal frálæran vera einstaklinga næmingalagað, evniskunnandi, tvørgreinalig, røkka um floksmørk o.a.


  • Toymið leggur ætlan og annað, sum verður sett í ársætlanina og dagførd sambært hesi

  • Leggja fasta skipan, hvørjum undirvísingarhættum arbeiðast skal við i ymsu undirvísingarevnunum gjøgnum árið. Toymini leggja ætlanir í størsta mun saman við næmingunum.

  • Í ársætlanini eiga at vera ymsir frálæruhættir, so sum

  • evniskunnandi undirvísing

  • verkætlanararbeiði í øllum flokkum frá 6. til og við 10. flokki.

  • verkstaðarundirvísing frá 1. til og við 5. flokki

  • tvørgreinalig undirvísing

  • einstaklinga lesiætlanir gerast í størri mun enn nú

  • samstarva flokka millum um lærugreinar/tímar

  • toymini kunnu ynskja paralelltímar í tímatalvuna í góðari tíð

  • evnisdagar leggjast, og valda evnið í ymsu flokkunum setast í ársætlanina


    Átøkini eiga at verða eftirmett tvær reisur um árið. Eina fyribils eftirmeting í nov/des og eina víðfevnda í mai.



Ábyrgdarøki


Áhugin fyri sínum arbeiði


Áhugi fyri arbeiðinum er við at skapa arbeiðsgleði, fyritakssemi og eina kenslu av at verða ein partur av arbeiðinum.


Hetta krevur, at

  • vit kenna yvirskipaða endamálið

  • vit hava fakliga vitan og evni

  • vit hava ávirkan og ábyrgd

  • vit samarbeiða – eisini millum ymsar lærugreinar



Menning


Hvør einstakur, leiðsla og øll onnur á arbeiðsplássinum eru tilvitað um, at menning er ein av hornasteinunum undir skúlanum.


Hetta merkir, at

  • vit lurta og brúka góð hugskot frá starvsfeløgunum

  • smáar verkætlanir o.t. eru ein partur av gerandisdegnum.


Lærarasamstarv


Við at samstarva kunnu lærarar stuðla og hjálpa hvør øðrum at leggja undirvísingina til rættis.


Samstarv er neyðugt fyri at fáa sum mest burtur úr tí tilfeingi, skúlin hevur til taks.


Tað krevur vilja og opið sinni at finna loysnir, sum tey flestu kunnu taka undir við, men gott samstarv er dyggur stuðul í dagliga arbeiðnum í skúlanum, og tað er við til at menna skúlan og gera hann føran fyri at átaka sær stórar og krevjandi uppgávur.


Samstarvið má miða ímóti at greiða arbeiðs- og ábyrgdarbýtið í undirvísingini og at leggja alt til rættis, so at sum best fæst burturúr.


Samstarv millum tveir ella fleiri lærarar kann gera undirvísingina fjølbroytta, og gott samstarv í einum lærarabólki kann vera góður stuðul hjá óroyndum lærarum og lynna undir eina dygga undirvísing.


Fólkaskúlalógin leggur stóran dent á lærarasamstarv, og at undirvísingin og arbeiðið annars á skúlanum verður ráðlagt í felag.


Sum er, fer samstarv og ráðlegging millum lærarar fram í toymum, í lærugreinabólkum, í vanligum samskifti millum lærarar um undirvísingarlig evni og á ymsum øðrum samstarvsfundum. Eisini verða ymisk størri innanhýsis evni viðgjørd á námsfrøðiligum døgum.



Ábyrgdarøki


Sínámillum álit


Sínámillum álit er treytað av einum opnum og sonnum dialogi, sum sprettur úr jaligum hugsanarhátti.



Hetta krevur, at

  • vit skipa arbeiði og ábyrgd

  • vit ikki hava óneyðugt eftirlit

  • vit halda avtalur



Stuttleiki og hugni í gerandisdegnum


Stuttleiki og hugni til dagligt ger, at andin og mentanin í skúlanum ber dám av trivnaði og felagsskapi.


Hetta merkir, at

  • vit kennast við starvsfelagan og arbeiðsplássið

  • tað er høgt til loftið og vítt til veggja

  • vit vísa gamanslyndi (humor)


Ábyrgdarkensla


Ábyrgdarkenslan er eitt av eyðkennunum av samskifti okkara millum.


Hetta merkir, at

  • vit liva upp til tey mál, sum eru sett

  • at vit menna okkum á allan hátt

  • farið verður væl um skúlans ognir

  • vit leggja okkum í geyma, hvussu hvør einstakur starvsfelagi trívist

  • vit eru trúgv móti okkum sjálvum og egnari samvitsku


TOYMISSAMSTARV


Mál:


  • at toymissamstarvið sum heild fæst at virka betur

  • meira samstarv tvørtur um flokkar og floksstig

  • annað samstarv enn tað tvungna námsfrøðiliga

  • toymini føra dagbók, har avtalur og niðurstøður verða niðurskrivaðar

  • toymini hava fund eftir tørvi

  • hvørt fjórðingsár verður ein toymisfundur nýttur til kjakfund millum toymini á einum floksstigi ella undirvísingarparti

  • hava toymisfund tvær ferðir um árið, har fleiri toymi í skúlanum kjakast um eitthvørt evni

  • leiðslan hevur fund við øll toymini hvørt sær

  • átøkini eiga at verða eftirmett tvær reisur um árið