Innrita

Eftir fólkaskúlan

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Eftir fólkaskúlan

Summir næmingar velja at fara í 10. flokk, meðan aðrir velja at fara á eftir- ella háskúla. Summir fara beinleiðis á miðnámsskúla, summir í læru, meðan aðrir fara at royna seg á arbeiðsmarknaðinum í eitt ár ella longri. Óansæð hvat ein hevur hug til, so er tað týdningarmikið, at ein ger sær nakrar tankar, tá fólkaskúlatíðin er við at vera av. 


EFTIRSKÚLAR

Nógvir ymiskir eftirskúlar eru. Nógv føroysk ung ganga og hava gingið á eftirskúla; serliga í Danmark. Íblástur til danskar eftirskúlar: https://www.efterskole.dk/?fbclid=IwAR1vUvtvQnT-NXs9XsduPX9ps9YT6KQV6Swg4s6857zGdbDFeHCyTFl1Rag.

Arbeitt verður í løtuni við at seta á stovn eftirskúla í Føroyum. Vónandi frætta okur meir um hetta heilt skjótt. 


MIÐNÁMSSKÚLAR 

Felags umsóknarblað til allar miðnámsskúlar í Føroyum:

https://innskriving.fo/umsokn/?fbclid=IwAR329k53035o0QYo0izZ8y5I95ekBdfPbhHuyEUE5gekysP4lCKjmBCxylI

Nýggir faldarar 2019:

Gymnasialar miðnámsútbúgvingar: https://innskriving.fo/umsokn/downloads/Faldari_2019.pdf

Yrkisrættaðar miðnámsútbúgvingar: https://innskriving.fo/umsokn/downloads/yrkisleidin_faldari_2019.pdf


Miðnámsskúlin í Suðuroy bjóðar hug- og náttúrubreyt, FHS yrkisnám og búskaparbreyt (2 ár). Sí meira: http://www.midnam.fo/index.php?id=2


Heilsuskúli Føroya bjóðar tær at læra til heilsuhjálpara (yrkisrættað miðnám). Upptøka er 2 ferð árliga. Sí meira: http://www.heilsuskulin.fo


Glasir bjóðar gymnasialt miðnám (búskaðar-, fyrireikingar-, hug- og náttúrubreyt) og yrkisrættað nám (fyrireikingarár til miðnám, ser-, bil-, El-, hár-, timbur- og metallbreyt, klædnaatstøði, FHS yrkisnám, skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting, tilvirkisatstøði, útbúgving innan heilsølu og smásølu) - umframt hægri nám! Sí meira: https://www.glasir.fo/


Tekniski skúlin í Klaksvík bjóðar gymnasiala tøknibreyt og yrkisnám (elektrikari, maskinsmiður, snikkari, timburmaður), matvøruútbúgving og serbreyt. Sí meira her: http://tsk.fo/forsida.html Harumframt húsast Klaksvíkar HF-skeið eisini á Tekniska skúla í Klaksvík. Sí meira her: http://kambsdalur.fo/klaksviksvikar-hf-skeid/


Miðnám í Vestmanna bjóðar eina tilfeingisbreyt, ið gevur almennan lestrarførleikat il hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar. Sí meira her: http://www.fiskvest.fo


Miðnám á Kambsdali bjóðar gymnasialt miðnám (búskapar-, fyrireikingar-, hugbreyt-, náttúrubreyt og norðuratlantiskan miðnámsskúlaflokk (sí meira niðanfyri)) og yrkis miðnám (FHS yrkisnám). Sí meira her: http://www.kambsdalur.fo


Nú ber eisini til at taka eina norðuratlantiska miðnámsútbúgving: 

https://www.mmr.fo/fo/kunning/tidindi/tak-eina-nordatlantiska-studentsutbugving/

https://www.nordatlantisk.dk/

Til ber eisini at søkja Bank Nordik Legat: https://www.banknordik.fo/ngk


HÁSKÚLAR

Føroya Fólkaháskúli:

https://www.haskulin.fo/

Ítróttaháskúlin í Suðuroy:

http://his.fo