Innrita

Mannagongd, um eldur kemur í.

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Mannagongd, um eldur kemur í.

Tvøroyrar- og Trongisvágs skúli.


​Venjingar og mannagongdir, um eldur kemur í.....

Venjingar:

​Í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla verður skipað fyri innanhýsis brandvenjingum um mánaðarskiftið august/september.

​Í Tvøroyrar skúla verður í januar skipað fyri brandvenjing saman við sløkkiliðnum, meðan brandvenjingin í Trongisvágs skúla saman við sløkkiliðnum verður í november.


Um eldur kemur í, verður borið soleiðis at í báðum skúlunum:

       Ring altíð fyrst 112 og fá næmingarnar út.

       Trýst síðani á eldávaringarknøtt.  


Starvsfólkini, á hvørjari stovu sær, skipa fyri at fáa øll børnini út skjótasta og nærmasta veg. Protokollin skal við út.


Tvøroyrar skúli.

Um eldur kemur í, verður borið soleiðis at:

Ring altíð fyrst 112 og fá næmingarnar út.

Trýst síðani á eldávaringarknøttin uttan fyri lærarastovuna, í ganginum á miðhædd í Gamla skúla ella í ganginum uttan fyri køkshølið í Nýggja skúla.

Starvsfólkini, á hvørjari stovu sær, skipa fyri at fáa øll børnini út skjótasta og nærmasta veg. Protokollin skal við út.


• Øll samlast soleiðis: Tey, sum hava skúlastovu í nýggja skúla, samlast í nýggja skúlagarði. Tey, sum hava skúlastovu í Gamla skúla, samlast í gamla skúlagarði ella nýggja skúlagarði, alt eftir, hvussu umstøðurnar eru. Verður farið út í gamla skúlagarð, so skulu næmingar fara beinleiðis út í nýggja skúlagarð, um umstøðurnar eru til tað. Hjástaddu lærararnir taka støðu.

Vísir tað seg, at næmingar og lærarar eru staddir ymsastaðni, so skulu lærararnir seta seg í samband við leiðslupersón, sum so syrgir fyri, at tey boðini verða givin trygdarumboði ella sløkkiliðnum.

Um umstøðurnar eru soleiðis, at ikki ber til at fara út í nýggja skúlagarð, so verður farið niðan á vegin omanfyri skúlan.

Uppteljingarøkið í nýggja skúlagarði verður merkt við gulari striku.

• Á samlingarstaðnum telur lærarin, um allir næmingarnir, sambart protokolluni, eru komnir út.


• Starvsfólkini boða leiðarunum ella trygdarumboðnum frá, um øll eru komin út. Leiðararnir og trygdarumboðini eru í grønum, merktum vesti.


• Leiðarin ella trygdarumboðið tekur ímóti sløkkiliðnum, gevur teimum boð um, um øll eru komin út,


• ........so tekur sløkkiliðið yvir.


Leiðararnir og trygdarumboðini taka síðani støðu til, hvat síðani verður gjørt.......




Trongisvágs skúli


·        Ring altíð fyrst 112 og fá næmingarnar út

·        Trýst síðani á eldávaringarknøtt. 



·       Starvsfólkini í hvørjari stovu skipa fyri at fáa øll børnini út skjótasta og nærmasta veg. Protokollin skal takast við út.


·       Øll samlast soleiðis:


Er hann sunnan í ættini, samlast øll niðan fyri skúlan; niðast á parkeringsplássinum har hvítur krossur er frámerkið.

Er hann norðan í ættini, samlast øll uppi á spæliplássinum har hvítur krossur er frámerkið.


·       Á samlingsstaðnum telur lærarin, um allir næmingarnir, sambært protokollini, eru komnir út.


·       Starvsfólkini boða trygdarumboðnum ella leiðaranum frá, um øll eru komin út.

         Leiðararnir og trygdarumboðini eru í grønum, merktum vesti.



·       Trygdarumboðið ella leiðarin tekur ímóti sløkkiliðnum og gevur teimum boð, um øll eru komin út.


·       ................so tekur sløkkiliðið yvir.


Leiðararnir og trygdarumboðini taka síðani støðu til, hvat síðani verður gjørt.......