Innrita

9. flokkur vitjaði SEV

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


9. flokkur vitjaði SEV

Lagt út hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 20.11.2017


 


 

Ónsdagin í farnu viku var 9. flokkur og vitjaði SEV í Húsahaganum, og her er ein frágreiðing frá vitjanini.

 

Okur lærdu m.a., at tær 13 vindmyllurnar í Húsahaganum økja munandi um elframleiðsluna burturúr varandi orkukeldum, og er hetta eitt týdningarmikið stig á grønu kósini.

 

Í 2006 setti SEV sær fyri, at í 2015 skuldu 55% av elframleiðsluni stava frá varandi orkukeldum og 45% frá olju. Og í ár, tvey ár seinri, eru 60% av framleiðsluni frá varandi orkukeldum, men oljan “einans” er 40%. SEV hevur sett sær sum mál, at Føroyar skulu vera 100% grønar í 2030; og er hetta ikki óhugsandi, at tað letur seg gera.

 

Við grønu kósini liggur tað í kortunum, at okur fara at heysta enn fleiri varandi orkukeldur, og fingu okur at vita, at ein vindmyllulund skal vera omanfyri Porkeri, og verður hon tann triðja av sínum slag.

 

Grøna kósin; rakar hon okum? Jú, tað ger hon avgjørt. Í hesum brúkssamfelagnum, ið vesturheimurin er vorðin partur av, hava okur øll skyldu at hugsa um umhvørvið, tí um okur ikki royna at venda kósini, kann hetta hava katastrofalar avleiðingar fyri okkum sum føroyingar, tjóð og alheimsborgarar. 

 

Og tað er í tí sambandinum, at SEV hevur tikið stig til at upplýsa fólkaskúlanæmingum um júst henda trupulleikan, ið liggur fyri framman. 

 

Øll kunnu gera ein mun, eingin gerð er ov lítil, um tað er at skifta til hitapumpu e.l., ella at skifta perurnar út við LED perur; Tað byrjar við tær sjálvum.

 

Vitjanin endaði við hesum orðum; Tendra, har tú ert - sløkk, tá tú fert!

 

 


Aftur