20.des 2023
Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
Nú nærkast jólaferian, men fyrst fara okur ein túr í SALT :-)
Okra árliga jólahald verður í SALT í kvøld klokkan 17.00. Jólahaldið, ið er fyri næmingum og starvsfólkum í skúlanum við familjum, er altíð væl vitjað, og okur vóna at síggja nógv glað børn og vaksin í kvøld.
Á skránni er millum annað felagssangur, lusiagonga, messingblásarar og kórsangur. Ársins jólaleikur verður - sum vant - framførdur av 6. flokki, og hvør veit - kanska jólamenninir hætta sær oman úr fjøllunum hendan heldur illfýsna desemberdagin.
---
Dagurin í dag byrjaði annars við siðbundnu jólagudstænastuni. Løtan var hugnalig sum altíð, og børnini sungu væl við til kendu jólasálmarnar.
Eftir gudstænastuna fóru okur øll í fimleikahøllina at dansa um jólatræið. Ein frálíkur endi á fyrsta parti av síðsta degnum áðrenn jólaferiuna.
Nú gleða okur okum til jólahaldið - síggjast :-)
apr. 2024