06.des 2016
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Okur í 6.a í Tvøroyrar skúla hava valt at gera eina kanning viðvíkjandi fartelefonum. Okur hava gjørt eitt spurnarblað til næmingarnar í 5.-9. flokk og foreldur teirra. Nú hava okur havt hesa reglugerðina í eina tíð, og tað eru fyrimunir og vansar við henni. Flestu foreldrini vóru samd um, at hetta var eitt gott átak, meðan næmingarnir ikki vóru heilt samdir.
Næmingarnir í 6.a flokki handaðu í dag skúlastjóranum, Finn Thomsen, úrslitið av kanningini.
Skúlastjórin visti væl, at tað var ein ávís misnøgd millum næmingarnar í hesum sambandi, men hann fegnaðist um, at foreldrini tóku so væl ímóti nýggju telefonreglugerðini.
-Eg fari ikki at lova tykkum, at reglugerðin verður broytt, tí tað verður hon ikki hetta skúlaárið, segði skúlastjórin.
Skúlastjórin segði, at skúlin fór at gera nakað við at fylla út tað tómrúmið, sum manglandi fartelefonirnar hava givið næmingunum.
-Skúlin hevur gjørt íløgur í spøl og hugnað, sum næmingarnir verða møttir við, tá teir koma í skúla eftir jólaferiuna, og hetta fer helst at hjálpa upp á longsilin eftir fartelefonunum, sigur skúlastjórin.
apr. 2024