Innrita

Læruríkir evnisdagar

X

              
Ringitíðir:

1. tími08.00-08.45
2. tími08.45-09.30
Fríkorter09.30-09.50
3. tími09.50-10.35
4. tími10.35-11.20
Eta11.20-11.35
Fríkorter11.35-11.45
5. tími11.45-12.30
6. tími 12.30-13.15
Fríkorter 13.15-13.25
7.tími 13.25-14.10
8.tími 14.10-14.55



Telefonir í Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla:


Skrivstovan371582
Telefax Tvøroyri372430
Telefax Trongisvágur372362
Førleikastovan371582



Leiðsla:




Finn Thomsen, skúlastjóri

Jón Johannesen, varaskúlastjóri

Bjørg Hofgaard, deildarleiðari




Førleikastovan:
​​


Anna Elisabeth Thomsen, leiðari
Karin M. Thorsteinsson, leiðari, AKT-lærari
Annika Jespersen, vanligur limur, serlærari 

og støddfrøðisvegleiðari
Bjørg Hofgaard, orðblindalærari
Nita Næs, Lesivegleiðari
Hildur Fjørdal, støddfrøðisvegleiðari 

Skúlavegleiðing:

Annika Eidesgaard
Martin S. Eidesgaard
        

           

Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3, 800  Tvøroyri
tvo@skulin.fo

Trongisvágs skúli
Smærugøta 7, 826 Trongisvágur
​tvo@skulin.fo


Copyright © 2016 Tvøroyrar skúli.


Læruríkir evnisdagar

Lagt út hevur: Rúna  Hovgaard   tann: 25.10.2017


 

Mánadagin í síðstu viku flettu næmingarnir í 9. og 10. 2 lomb. Næmingarnir  svavdu,  tummaðu  og reinsaðu vembur.

Kjøtið hekk 1 viku í hjalli, og mánadagin og týsdagin í hesari vikuni hava tey so verið 2 dagar í køk, har arbeitt varð við slaktinum.

Í køkinum hava tey gjørt sápu úr tálg, livurpostei, vambabitar við lungum, bakað breyð, gjørt rullupylsu, rullusteik úr huppi, blóðpannukakur, kókað og stokt hvítanýru, kókað kjøt, stokt útbeinað tjógv við hvítleyki og rosmarin, kókað og stokt sperðil, marineraði riv og gjørt heitt og kalt eplasalat.

Sigast skal frá næmingum og lærarum, at alt hetta smakkaði so sera væl, tó ikki sápan.

Fyri næmingarnar vóru hetta læruríkir dagar í allar mátar.

Tað vóru lærararnir Alexandra Ripley og Wivika Strøm, sum tóku stig til evnisdagarnar.

 Myndir eru lagdar í myndasavnið undir slakt 2017

Aftur