08.mar 2019
Lagt út hevur: Páll Michelsen
"OS" - ein øðrvísi sjónleikur um sosialan samleika og fordómar
Í samstarvi við Listaleypin var sjónleikaframførsla fyri framhaldsdeildini í gjár.
8., 9. og 10. flokkarnir skuldu møta í Trongisvágs skúla, og beinanvegin var greitt, at talan var um eina heldur øðrvísi sjónleikaframførslu. Áskoðararnir vórðu vístir inn í myrku ítróttarhøllina; heilt inn í ovara enda, har stólar vóru settir, so áskoðararnir sótu í einum hálvsirkli við andlitinum inn móti rimunum, har ein ørgrynna av lampum vóru hongdar upp. Hesar vístu seg at hava ein heilt serstakan leiklut í framførsluni.
Tað var bólkurin byProxy, ið stóð fyri framførsluni, men áskoðararnir áttu eisini ein stóran leiklut. Ein kontakt var fest í hvønn stól, og hvør kontakt hoyrdi til eina lampu, ið hekk í rimunum. Uppgávan hjá áskoðarunum var, tá spurningar vórðu settir, at svara "ja" ella "nei" við ávikavist at tendra ella sløkkja sína lampu.
Summir spurningar vóru lættir at svara. "Ert tú kvinna?" "Ert tú undir 20?" Aðrir vóru ikki heilt so lættir; serliga um ein ivast eitt sindur í altjóða og í summum førum fremmandum hugtøkum. Feminisma, javnstøða, rasisma, kommunisma, kapitalisma, imperialisma vóru nøkur av hesum hugtøkum.
Evni, summi kontroversiel, onnur eitt sindur flóvislig, vórðu viðgjørt av sjónleikarunum, ið av og á vendu sær beinleiðis til ein ella fleiri av áskoðarunum.
Tá sjónleikurin var av, luttóku 8. flokkarnir í eini verkstovu, har summi av hugtøkunum vórðu viðgjørt nærri saman við leikarunum.
https://www.listaleypurin.fo/listaleypurin-2018/os
apr. 2024