15.sep 2017
Lagt út hevur: Rúna Hovgaard
Forvitnislig evnisvika hevur verið á skránni hjá framhaldsdeildini, ið er partur av eini størri norðurlendskari verkætlan, har m.a. ungdómar í Grønlandi, Norra og Svøríki luttaka.
Verkætlanin nevnd “Wisdom from the roots” leggur upp til, at okur arbeiða við okra felags samleika sum norðbúgvar.
Her verður serligur dentur lagdur á træið Yggdrasil, ið okur kenna úr norrønu gudalæruni, og røtur tess.
Eisini hava tey ungu arbeitt við “Hvat er mín dreymur?”, nú tey eru á ferð inn í vaksnamannalívið.
Tey hava málað, skrivað, seymað og gjørt maskur, og er hetta partur av eini størri framførslu, ið verður í SALT 9. novembur.
Okur vilja takka Vivian Sjóðklett, kunstterapeuti, fyri nakrar øðrvísi og spennandi dagar.
Tvøroyrar kommuna hevur stuðlað verkætlanini.
Myndir síggjast her.
apr. 2024