Í Glugganum læra vit at ganga í skúla; vit læra tøl og bókstavar, vit spæla og flenna, spæla málspøl, gera joga og læra at seta mørk.
Ein gerandisdagur í Glugganum er fleksibul og tó. Vit leggja dent á at skapa vitan um mentanina, vit læra Føroyakortið, dagarnar í vikuni, árstíðirnar, mánaðirnar. Um veðrið er gott, so fara vit út!
Í Glugganum hava vit útiskúla mánadagar, har veðrið avger, hvar og hvat vit gera. Vit fara gongutúrar og busstúrar, har vit vitja arbeiðspláss og aðrar bygdir. Tá er týdningarmikið, at tey hava góð útiklæðir við í skúla.
Fríggjadagar hava vit atgongd til høllina, har vit gera banar, spæla stikkbólt, spæla zombie, sparka og onnur spøl.
Vit ynskja, at Gluggin er eitt trygt og læruríkt umhvørvi, har felagsskapurin verður styrktur.
Frá skúlabyrjan kunnu børnini møta millum 7.30 og 8.30 í skúla, og skúladagurin endar kl. 11.20, tá møguleiki er at fara í frítíðarskúla.
Eftir jólaferiuna møta tey klokkan 08.00 og hava fríkorter saman við teimum eldru í skúlanum.
Matpakki: Í Glugganum hava vit ein lítlan matpakka, drekkidunk og gaffil og skeið um brúk er fyri tí, og so eta tey stóran matpakka í frítíðarskúlanum, og um onkur hevur føðingardag og bjóðar døgurða, eta tey tó framvegis ein lítlan matpakka í Glugganum. Ein lítil matpakki kann til dømis vera ein frukt og/ella keks ella ein hálvur ella heilur breyðbiti úr tí stóra matpakkanum.
Skiftiklæðir: Skiftiklæðini eru í frítíðarskúlanum, sum vit í Glugganum hava atgongd til.
Minnist til at boða frá: Um tykkara barn ikki kemur í skúla, mugu tit spyrja um frí áðrenn, og um barnið er sjúkt ella skal til lækna o.a., mugu tit siga onkrum av okkum sum starvast í Glugganum, frá.
Gluggin hevur ta uppgávu at skapa eina brúgv millum dagstovn og skúla, har tey so líðandi læra at ganga í skúla.