Skúlin skal virka fyri, at undirvísingin hjá hvørjum einstøkum næmingi er mennandi, avbjóðandi, fjølbroytt og fyrireikar næmingarnar til framtíðina. Øll børn hava rætt til og brúk fyri avbjóðingum og fakligum krøvum á sínum støði hóskandi til evni og áhuga, og fakligur førleiki skapar gleði og mennir sjálvsvirði.
At bæði næmingar og lærarar kenna seg trygg í skúlaumhvørvinum. Tryggleiki er treytin fyri, at tú torir at ganga nýggjar leiðir og torir at standa fram, og hetta er neyðugt til tess at nema sær lærdóm og at mennast sosialt
At gott samskifti og samstarv er bæði innanhýsis og við heimini. Tað er av týdningi at hava álit á førleikarnar hjá hvør øðrum, tí samstarv er ein gjøgnumgangandi táttur í øllum lívsins virki, sum ein er partur av, báði í fakligum, sosialum eins og altjóða høpi.
At tollyndi valdar, og øll kenna seg vird og góðtikin. Tað er ein sannroynd, at øll eru ymisk og hava ymiskan tørv, og tí er tað neyðugt, at børn læra seg at hava virðing fyri felags virðum og sjónarmiðum og at virða umhvørvið og alt, sum í umhvørvinum er.
At børn og vaksin eru ja-lig, so tað er gott og trygt at vera í skúlanum. Hugburður og fimi koma ikki av sær sjálvum, og tí mugu næmingarnir uppliva, at tey hava viðburð og kenslu av at eydnast, at tey hava ávirkan og ábyrgd, og at tey fáa rós og duga sjálvi at rósa. Tí mugu tey læra seg at handfara “rós og rís” og venja síni evni til innliving(empati).
Er hetta tikið við í gerandisdegnum, so er tað gott at vera í skúlunum á Tvøroyri.
Sí meir í Tilbúgvingarætlan skúlans!
dec. 2024