Í Tvøroyrar skúla virða og góðtaka vit hvønn annan.
Vit ynskja eitt gott samskifti millum heim og skúla, merkt av sínámillum áliti.
Virðisgrundarlag okkara er: Álit, ábyrgd, ágrýtni og ávirkan.
Trivnaðarætlanin fyri Tvøroyrar skúla skal verða ein leiðbeinandi arbeiðsætlan, ið altíð skal kunna tillagast. Høvuðsendamálið við trivnaðarætlanini er, at vit hava eina ætlan um, hvussu vit arbeiða við trivnaði, hvussu vit fyribyrgja happing og hvat møguliga kann gerast, tá happing fyrigongur. Vit vilja arbeiða fyri trivnanum hjá næmingunum og soleiðis eisini fyribyrgja og basa happing. Men hvat ér happing, og hvussu skal fyribrigdið happing skiljast? Í Tvøroyrar skúla taka vit støði í allýsingini hjá Helle Rabøl Hansen: Mobning er en gruppes forfølgelse eller udelukkelse af en enkelt person på et sted, hvor denne person er tvunget til at være (Hansen, Grundbog mod mobning, Gyldendal, 2005).
Happing skal steðgast skjótast gjørligt. Tað er galdandi fyri alla happing, bæði ta beinleiðis persónligu happingina, áhaldandi útihýsan av ávísum persónum, bólkatrýsti, happing á miðlum og neiligum gerðum mótvegis øðrum. Arbeiðast skal ímóti bæði likamligari, sálarligari og sosialari happing.
Góð ráð til øll foreldur.
Skúlin skal altíð hava ein trivnaðarbólk. Trivnaðarbólkurin skal mannast soleiðis : Skúlastjórin, varaskúlastjórin, deildarleiðarin og tvey umboð fyri lærararnar, sum leiðslan útnevnir. Skúlaárið 2017/2018 hevur leiðslan útnevnt Karin Mariu Thorsteinsson, AKT lærara og Mariann Mikkjalsdóttir, SSP umboð, sum umboð læraranna í Trivnaðarbólkinum.
dec. 2024