Skúlaheilsufrøðingurin bjóðar vegleiðing um heilsu, menning og trivnað.
Umframt at gera funktiónskanningar, hevur skúlaheilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.
Harumframt skal skúlaheilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum.
Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlanum.
Meir er at lesa á heimasíðuni hjá Gigni - heilsufrøði til børn og ung á www.gigni.fo
Heilsufrøðingurin í Tvøroyrar skúla er:
Annika Magnussen
Fartelefon: 562315
Teldupostur: annikam@gigni.fo
Annika er í Tvøroyrar skúla mánadag, týsdag og ónsdag í ólíka vikum. Mánadagar og ónsdagar úti á Tvøroyri, og týsdagar er hon í Trongisvági.