Um skúlavegleiðingina

Allir skúlar í Føroyum hava ella eru knýttir at eini skúlavegleiðing, ið serliga hevur til uppgávu at kunna næmingar um teirra framtíðarmøguleikar umframt at taka sær av starvsvenjingini hjá 9. og 10. flokkunum. 

Her á undirsíðunum ber til at finna kunning um sjálva skúlavegleiðingina, um møguleikar eftir loknan fólkaskúla, um starvsvenjing og at síggja myndir, ið hava okkurt tilknýti at skúlavegleiðing og/ella starvsvenjing. 

Tvøroyrar skúli hevur skúlavegleiðing, ið hevur til endamáls at stuðla og vegleiða næmingum í vali av lærugreinum í framhaldsdeildini, starvsvenjing í 9. og 10. flokki og ymiskum møguleikum, ið næmingarnir hava, tá fólkaskúlin er liðugur eftir 9. ella 10. flokk.

Skúlavegleiðarar eru:

Martin S. Eidesgaard, tlf. 211 271 og Annika Eidesgaard, tlf. 22 29 20

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet