Leiðslan í Tvøroyrar skúla arbeiðir miðvíst fyri at betra um umstøðurnar, so næmingar, foreldur og lærarar, trygt kunnu ferðast til og frá skúlanum.
Vit meta tað vera umráðandi og neyðugt, við breiðum samstarvi um trygdina hjá okkum øllum, sum hava okkara dagligu gongd við og í Tvøroyrar og Trongisvágs skúla.
Eitt samstarv, har foreldur (skúlastýrið), politi og kommuna eru samstarvspartar, er tí ynskiligt/neyðugt.
Vit mæla til, at virkisætlanin fyri ferðsluviðurskiftini hjá Tvøroyrar og Trongisvágs skúla verður endurskoðað 3. hvørt ár.
Í Tvøroyrar skúla ganga í ár 148 næmingar í 5. -10. Fl.(skúlaárið 2017-18)
Flestu næmingar búgva í Tvøroyrar kommunu, men vit hava eisini næmingar, sum búgva í Hvalba, Fámjin og í Hovi.
Allir næmingar og lærarar, sum skipa fyri onkrum uttan fyri skúlans øki í arbeiðstíðini, skulu vera í vesti.
Evni | Hendingagongd | Ábyrgd |
Eggja næmingum til at ganga ella súkkla í skúla | Tað er hugburður skúlans, at tað er týdningarmikið Evnið verður sett á skránna fyri foreldrafundir í innskúlingini, har kunnað verður um, hvussu týdningarmikið er, | Skúlaleiðslan og foreldur Flokslærarar |
Á súkklu í skúla | Tvøroyrar skúli fylgir tilmælunum frá Ráðnum fyri ferðslutrygd, at børnini skulu hava vant vegin í skúla fleiri ferðir saman við foreldrunum, áðrenn tey fara sjálvi. | Foreldrini |
Súkkluhjálmar | Okkara politikkur er, at tey nýta súkkluhjálmarnar. | Skúlaleiðslan og foreldrin |
Súkkluparkering | Skúlin hevur økir í Trongisvági og á Tvøroyri har súkklurnar skulu standa í skúlatíðini. | Foreldrini, næmingarnir og leiðslan |
Súkklutúr í skúlatíðini: | Áðrenn túrurin byrjar, skulu næmingarnir kunnast
| Foreldur Lærarar |
Á túri | Flokkarnir verða annars kunnaðir um, at øll hava ábyrgd fyri sær sjálvum og hinum, tá ið teir eru á túri. Áðrenn farið verður, verða børnini kunnaði um møgulig serlig Tá ið flokkarnir eru úti í ferðsluni, verður kravt, at tey nýta vestarnar. | Flokslærari og ábyrgdari av túrinum |
Fyri at okkara næmingar skulu gerast tryggir og ábyrgdarfullir í ferðsluni, leggja vit okkum eftir, at teir fáa eina verkliga og ítøkiliga ferðslu undirvísing í skúlanum.
Evni | Hendingagongd | Ábyrgd |
Ferðsluundirvísing í skúlanum. | Skúlin fylgir Námsætlanini fyri "Ferðslulæru", sum er kravt undirvísingarevni í fólkaskúlanum. Fylgt verður ávegismálunum fyri 3., 6. og 9. fl. Eftir 3. fl. skal næmgurin m.a. duga at:
Eftir 6. fl. skal næmingurin duga at:
Eftir 9. fl. skal næmingurin duga at:
| Skúlin |
Tilfar til ferðsluundirvísingina | Skúlin uppbyggir eitt savn við frálærutilfari. Á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd http://rff.fo/ er undirvísingartilfar, | Arbeiðsbólkar |
Gestir í undirvísingini | Vit mæla til, at flokslærarin bjóðar gestum við í undirvísingina. Løgreglan er ein fastur samstarvsfelagi og verður boðin við so ofta sum til ber. | Lærarar floksins gera avtalur við gestirnar |
dec. 2024