Møtir næmingur ikki í skúla, er tað sera umráðandi, at foreldur/verji geva flokslæraranum boð. Boð skulu gevast flokslæraranum, tá næmingurin kemur í skúla aftur. Hetta kann gerast við SMS ella við at ringja.
Flokslærarin kann geva næmingi frí í 2 dagar. Skal næmingur hava frí í meira enn 2 dagar, skal leiðslan geva loyvi til tess.
Er næmingur burtur vegna sjúku í meira enn 2 vikur, kann skúlin krevja læknaváttan fyri fráveruna. (Samb. Fólkaskúlalógina §45,stk.2)
Fráveruprotokoll verður førd hvønn morgun, og skal næmingur, ið møtir ov seint, skrásetast.
Næmingar í 6.-10 flokk kunnu fáa uppgerð um uppmøting á ummælisblaðið.
Foreldrafundir: Skúlin skipar fyri 3 foreldrafundum um árið, einum felags foreldrafundi og tveimum viðtalufundum. Flokslærarin/flokstoymið kann eisini skipa soleiðis fyri, at tann eini viðtalufundurin verður skipaður soleiðis, at foreldur fáa møguleika at boða frá luttøku. Felagsforeldrafundirnir skulu haldast eftir kl.17.30 gerandisdagar.
Felags tiltøk: Trivnaðarætlan skúlans leggur upp til, at skipað verður fyri felags tiltøkum fyri næmingum í skúlatíð. Kunnað verður um hesi tiltøk á heimasíðu skúlans.
Seturskúli: Í 1.flokki verður støða tikin til, um flokkurin skal stovna eina flokskonto og spara pening saman til seturskúla. Foreldraumboðini í flokkinum skipa fyri hesum.
Tveir lærarar eru við á ferðini, helst ein av hvørjum kyni. Um hetta ikki letur seg gera, er møguleiki fyri, at onkur annar uttan fyri skúlan fer við.
Seturskúlin er í seinnu hálvu í 8.flokki.
Lærarar, næmingar og foreldur gera av, hvar farið verður í seturskúla.
Møguleiki er at søkja um stuðul frá Nordplus.
Starvsvenjing : Leiðarin av starvsvenjingini – saman við næmingum og foreldrum – skipar fyri starvsvenjingini.
dec. 2024