Summir næmingar velja at fara í 10. flokk, meðan aðrir velja at fara á eftir- ella háskúla. Summir fara beinleiðis á miðnámsskúla, summir í læru, meðan aðrir fara at royna seg á arbeiðsmarknaðinum í eitt ár ella longri. Óansæð hvat ein hevur hug til, so er tað týdningarmikið, at ein ger sær nakrar tankar, tá fólkaskúlatíðin er við at vera av.
(Freistir og aðrar upplýsingar niðanfyri eru skrivaðar í februar 2022)
MIÐNÁMSSKÚLAR
Felags umsóknarblað til allar miðnámsskúlar í Føroyum:
(GG! Freistin at søkja er 15. mars) (og vegleiðing)
https://undirvising.fo/oydublod-midnamsskuli
Felags faldarar um gymnasialu og yrkisrættaðu miðnámsútbúgvingarnar:
Gymnasialar miðnámsútbúgvingar: https://undirvising.fo/upload/tinymce/38a45d8b18627441fe09a5f1bb6deb3a301484d4.pdf
Yrkisrættaðar miðnámsútbúgvingar: https://www.yrkisdepilin.fo/vel-tina-yrkislei%C3%B0-2021?fbclid=IwAR3RFiwz3eWzF_cHasYlkhXax__XbYq_6OmS0Zlgy2hmaIBbQFUrd7fGOws
Miðnámsskúlin í Suðuroy bjóðar hug- og náttúrubreyt, FHS yrkisnám og búskaparbreyt (2 ár). Harumframt bjóðar skúlin í Grønulíð eisini eina serbreyt, ið er ætlað teimum við serligum avbjóðingum. Sí meira: http://www.midnam.fo/index.php?id=2
Heilsuskúli Føroya bjóðar tær at læra til heilsuhjálpara (yrkisrættað miðnám). Upptøka er 2 ferð árliga. Heilsuskúli Føroya bjóðar eisini útbúgving til námsfrøðihjálpara. Sí meira: http://www.heilsuskulin.fo
Glasir bjóðar gymnasialt miðnám (búskaðar-, fyrireikingar-, hug- og náttúrubreyt) og yrkisrættað nám (fyrireikingarár til miðnám, ser-, bil-, El-, hár-, timbur- og metallbreyt, klædnaatstøði, FHS yrkisnám, skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting, tilvirkisatstøði, útbúgving innan heilsølu og smásølu) - umframt hægri nám! Sí meira: https://www.glasir.fo/
Faldari 2021: https://www.glasir.fo/wp-content/uploads/2021/02/GLASIR_midnam_faldari_2021_v3.pdf
Tekniski skúlin í Klaksvík bjóðar gymnasiala tøknibreyt og yrkisnám (elektrikari, maskinsmiður, snikkari, timburmaður), matvøruútbúgving og serbreyt. Sí meira her: http://tsk.fo/forsida.html Harumframt húsast Klaksvíkar HF-skeið eisini á Tekniska skúla í Klaksvík. Sí meira her: http://kambsdalur.fo/klaksviksvikar-hf-skeid/
Miðnám í Vestmanna bjóðar eina tilfeingisbreyt, ið gevur almennan lestrarførleikat il hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar. Sí meira her: http://www.fiskvest.fo
Miðnám á Kambsdali bjóðar gymnasialt miðnám (búskapar-, fyrireikingar-, hugbreyt-, náttúrubreyt og norðuratlantiskan miðnámsskúlaflokk (sí meira niðanfyri)) og yrkis miðnám (FHS yrkisnám). Sí meira her: http://www.kambsdalur.fo
Nú ber eisini til at taka eina norðuratlantiska miðnámsútbúgving:
(GG! Freistin at søkja er 1. mars)
Um miðnámsútbúgvingina:
https://www.mmr.fo/fo/kunning/tidindi/tak-eina-nordatlantiska-studentsutbugving/
Til ber eisini at søkja Bank Nordik Legat: https://www.banknordik.fo/ngk (2019)
AÐRIR SKÚLAR
Heilsuskúli Føroya bjóðar útbúgvingar til heilsuhjálpara og námfrøðihjálpara. Hesar útbúgvingar krevja eitt ára starvsroyndir ella loknan 10. flokk. http://www.heilsuskulin.fo
EFTIRSKÚLAR
Nógvir ymiskir eftirskúlar eru. Nógv føroysk ung ganga og hava gingið á eftirskúla; serliga í Danmark. Íblástur til danskar eftirskúlar: https://www.efterskole.dk/?fbclid=IwAR1vUvtvQnT-NXs9XsduPX9ps9YT6KQV6Swg4s6857zGdbDFeHCyTFl1Rag.
Hin føroyski eftirskúlin á Tvøroyri: https://eftirskulin.fo/
Brúgvin - eftirskúlin í Skálavík: http://brugvin.fo
HÁSKÚLAR
Føroya Fólkaháskúli:
Ítróttaháskúlin í Suðuroy:
Mat & Moldmentanarháskúlin (skal dagførast)
HÚSARHALDSSKÚLI FØROYA
Kunna teg um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum:
dec. 2023