Reglugerð fartelefon

Reglugerð  

Tvøroyrar skúli

 Fartelefonir og annar elektronikkur

 1.      Næmingum er loyvt, undir egnari ábyrgd, at hava fartelefonir o.a. elektronikk við í skúla. 

 2.      Tað er ikki loyvt at brúka fartelefon og annan elektronikk í skúlatíðini, hvørki í tímum ella fríkorterum.

 3.      Fartelefonirnar verða savnaðar inn í 1. tíma og givnar næmingunum aftur, tá teir fara heim.

 4.      Um brot verður framt á punkt 2, verður telefonin tikin inn og latin leiðslu skúlans. Telefonin kann fáast aftur dagin eftir, at hon er             tikin inn. Foreldur ella verji skulu avheinta telefonina í skrivstovutíð skúlans.?

 5.      Skúlin tekur ikki ábyrgd av, um telefonirnar fáa skaða.

 6.      Í samband við undirvísing kunnu næmingar og lærarar gera avtalu um brúk av fartelefonum o.ø. elektronikki.

 

?



 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet