Starvsvenjing


Allir næmingar í 9. og 10. flokkunum sleppa tvær vikur árliga í starvsvenjing. Nógvir eru møguleikarnir, men samstundis eru eisini nakrar avmarkingar, tí starvsvenjingin er bara tvær vikur (tó kunnu undantøk gevast, um ein eitt nú fer við onkrum skipi). 

Tá næmingar skulu velja starvsvenjingarpláss, fáa teir eitt skjal útflýggjað, har teir verða bidnir at raðfesta 3 ymisk yrki (t.d. námsfrøðingur, timburmaður, bakari, handil, lærari...). Harumframt verða næmingarnir eisini bidnir um at raðfesta 3 ymisk arbeiðspláss innan tey trý yrkini, teir eru áhugaðir í (t.d. um ein ynskir at royna at arbeiða sum lærari, so raðfestir man 3 ymiskar skúlar, har man ynskir at royna seg). 

Um farið verður í starvsvenjing aðrastaðni enn í Suðuroynni, betalir skúlin ferðina norður (mána- ella sunnudag x2). Skúlin kann tíverri ikki átaka sær at finna innivist, so hetta mugu næmingar sjálvir taka sær av. 

Minst til, at tað ikki altíð ber til at sleppa júst har, ein ynskir, men okur royna sjálvsagt okra besta í øllum førum.

Næmingur fær boð skjótast gjørligt, hvar hann ella hon sleppur í starvsvenjing. 

Allir næmingar eru tryggjaðir, tá teir fara í starvsvenjing!

Hóast summi starvsvenjingarpláss geva eina samsýning, er hetta ikki álagt teimum, so tað er ymiskt, hvat - um nakað - verður givið!



 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet