Tá nýggir næmingar skulu byrja í Tvøroyrar skúla.

Tvøroyrar skúli tekur við gleði ímóti nýggjum næmingum, og skúlin leggur dent á, at byrjanin verður so góð sum gjørligt.

Um nýggir næmingar skulu byrja í skúlanum, so er mannagongdin henda:

Ring 371582 og skriva næmingin inn.

Upplýs navn á næmingi, føðidato og navn á skúlanum, flutt verður úr.

Upplýs navn á foreldrum og eitt telefonnummar.

Skjótast gjørligt eftir hetta setir flokslærarin seg í samband við foreldrini og avtalar ein fund og eina rundsýning á skúlanum fyri

foreldrum og næmingi. Annars kunnu tit lesa meira um Tvøroyrar skúla á heimasíðuni : tvoroyrarskuli.fo

 

Ment, forritað og sniðgivið hava appnet