Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Tvøroyrar skúla at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini.
Nær viðgerð Tvøroyrar skúli upplýsingar um teg?
Tvøroyrar skúli viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi skúlans, undir hesum serliga samskiftisupplýsingar, uppmøting, støðumet og ársmet.
Viðgerðin av persónupplýsingum fevnir í høvuðsheitum um skráseting og goyming. Í flestu førum viðger skúlin samskiftisupplýsingar so sum navn og teldupost. Í serstøkum føri viðger skúlin viðkvæmar upplýsingar.
Tvøroyrar skúli savnar inn upplýsingar, tá ið:
Tvøroyrar skúli viðger persónsupplýsingar fyri at kunna útinna tær myndugleikauppgávur, sum fólkaskúlalógin og onnur viðkomandi lóggáva áleggur stovninum.
Fyrisitingarrætturin er galdandi fyri allar almennar skúlar, og Tvøroyrar skúli skal eisini fylgja hesum reglum. Tvøroyrar skúli skrásetir allar upplýsingar, sum koma inn og hava týdning fyri eitt mál.
Heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum
Heimildin til at viðgerða persónsupplýsingar er í høvuðsheitum:
Tvøroyrar skúli gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum skúlin hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini at senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.
Í útgangsstøðinum flytir Tvøroyrar skúli ikki persónupplýsingar til útlond ella triðjalond.
Mál hjá Tvøroyrar skúla verða flutt á goymslu til Tjóðskjalasavnið sambært løgtingslóg um skjalasøvn.
Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur skúlin ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Tó er ásett í lógarverkinum, at ávísir upplýsingar skulu goymast longur, eitt nú skulu prógv og skjalváttanir hjá næmingum umframt próvtøl og støðu- og ársmet í 30 ár.
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi rættindi eru í kap. 4 í dátuverndarlógini.
Rættindini hjá skrásetta í dátuverndarlógini eru hesi:
Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú vilt gera ein ella fleiri av rættinum galdandi, skalt tú venda tær til Tvøroyrar skúla á tvo@skulin.fo ella á telefon 37 15 82.
Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 13.00.
Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur honum.
Metir tú, at Stovnurin ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 13.00.
Tvøroyrar skúli er dátuábyrgdari fyri viðgerð, sum fer fram á skúlanum.
Tvøroyrar skúli
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyri
Teldupostur: tvo@skulin.fo
Telefon: 37 15 82
Skrivstovan er opin gerandisdagar kl. 9.00 til kl. 13.00
Katrin Jacobsen er dátuverndarfólk á Tvøroyrar skúla
Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum hjá Tvøroyrar skúla, kanst tú venda tær til Katrin á teldupostadressu katrinj@bumr.fo. Heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”. Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til Barna- og útbúgvingarmálaráðið, J.H.Schrøtersgøta 7, Postrúm 3279, FO-110 Tórshavn, att. dátuverndarfólk.
dec. 2024