1. Verður boðað frá so ringum veðri, at eingin skúlabussur koyrir, so kunnger skúlin gjøgnum heimasíðuna og møguliga eisini KVF, at skúlagongdin er avlýst.
2. Verður ódnarveður, meðan børnini eru í skúla, heldur skúlagongdin fram sum vant.
3. Fer ljósið og er burtur so leingi, at tað verður ógjørligt at halda fram við undirvísingini, ella tað kólnar so nógv í stovunum, at tað ikki er verandi har longur, boðar skúlin heimunum frá, at tey kunnu koma eftir børnunum.
4. Liggur tað ikki fyri, ella er ikki farandi frá húsum, so eru børnini í floksstovuni saman við læraranum, so leingi tað er neyðugt, inntil børnini trygt kunnu fara heim við foreldrunum ella foreldrum hjá vinfólki, um foreldrini vita av hesum.