Tey vaksnu eru spent í hesum døgum, tí hvør mann fara at verða valdur á løgting 8. desember. Politikkur er í útvarpi og sjónvarpi, og á sosialu miðlunum slepst ikki undan at síggja valevni og vallyfti. Sjálvandi leggja børnini merki til, at okkurt er á vási, og hetta er tískil eitt upplagt høvi at vísa teimum eitt sindur av demokratinum, ið er so týdningarmikið í okra samfelag.
Øll børn, ið eru 12 ár og yngri hava møguleika at koma á Bókasavnið at velja tórskvøldið, 8. desember 2022, millum kl. 17.00 og 20.00.
Valevnini eru 8 í tali, og tey hava øll eitt serstakt vallyfti: Onkur vil hava meira tíð saman við ommum og langommum, onkur við hava meira Anders And á føroyskum, og onkur heldur, at øll skulu hava ein besta vin. Valevnini hava øll hongt valplakatir upp á bókasavninum.
Fyri at fáa so stóra valluttøku sum gjørligt, hava okur ónsdag, 7. desember, havt val í Trongisvági, har 1.-3. fl. hava havt møguleika at velja. Har varð skipað valnevnd við næmingum, ið helt skil á, at alt gekk rætt fyri seg.
Onkur tók ímóti valkortum og handaði atkvøðuseðlar, onkur helt vakt við valbásarnar, og onkur ansaði sjálvandi eftir, at allar atkvøðurnar komu í atkvøðukassan.
Atkvøðurnar í Trongisvági eru tó ikki taldar upp enn, tí í dag, á sjálvum valdegnum, fara 4., 5. og 6.fl. á val úti á Tvøroyri.
Øll undir skúlaaldur hava eisini møguleika at velja við at vitja bókasavnið og atkvøða, um tey hava hug til tess :-) Valhølini eru opin tórskvøld frá kl. 17 til 20. Er onkur, ið ikki hevur verið í skúla, ber sjálvandi eisini til at koma á bókasavnið í kvøld.
Valhølini lata aftur tórskvøldið kl. 20.00! Tá verður talt upp, hvat vallyfti fekk lokkað flestar veljarar at seta krossin á júst tað lyftið og valevnið. Okur kunngera sjálvandi úrslitið, tá tað er fíntalt - í seinasta lagi fríggjadagin :-)